223.000 donorar hava latið Bernie Sanders senatori pengar teir fyrstu 24 tímarnar.
Bernie Sanders, senatorur, hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á valstríðið í sambandi við, at hann ætlar sær at stilla upp til forsetavalið í USA. Fyrstu 24 tímarnar hevur hann frá tilsamans 223.000 donorum fingið slakar 39 milliónir krónur.
Tað skrivar amerikanski miðilin CNBC.
Í gjár boðaði Sanders frá, at hann stillar upp til forsetavalið í 2020 fyri Demokratarnar.
Upp á færri enn fýra tímar hevði herferðin savnað saman 5,0 milliónir dollarar, sum svarar til slakar 39 milliónir krónur.
Miðalveitingin til herferðina ljóðar upp á 27 dollarar – svarandi til 177 krónur.
Til samanberingar upplýsit Kamala Harrsi, senatorur, at hon hevði savnað 1,5 milliónir dollarar, slakar 10 milliónir krónur – teir fyrstu 24 tímarnar, eftir at hon hevði boðað frá, at hon stillaði upp.
Í 2016 savnaði Bernie Sanders somuleiðis 1,5 milliónir dollarar til sítt forsetavalstríð ta fyrsta samdøgrið.
Her endaði Hillari Clinton sum kunnugt við at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.
Hon tapti valið til sitandi foresta, Donald Trump.
/ritzau/










