Í Rom vóru umleið 100.000 fólk á Pæturstorginum og fagnaðu tí nýggja pávanum, og í Týsklandi var stór frøi, nú kardinalarnir høvdu valt tann fyrsta t´+yska pávan í næstan 500 ár.
-Tað er ein stórur heiður fyri alt Týskland og allar týskarar, at Benedikt 16. er úr Týsklandi. Hann er ein virðiligur eftirmaður hjá Jóhannesi Páll páva Øðrum, segði týski kanslarin, Gerhard Schrøder, í sínari viðmerking til pávavalið. Hann legði afturat, at tann nýggi pávin kennir ta katólsku kirkjuna betur enn nakar annar, og at hann er ein viðurkendur guðfrøðingur.
Joseph Ratzinger, sum nú eitur Benedikt 16., er ættaður úr býnum Markti í Bayern, og har savnaðust fólk í stórum tali at fagna tí nýggja pávanum.
Afturhaldssinnaður
Men minni enn so allir katolikkar eru líka fegnir um tann nýggja pávan. Í Kanada og í USA eru nógv fólk vónsvikin, tí sum kardinalur hevur Joseph Ratzinger gjørt greitt, at hann er ímóti fyribyrging og fosturtøku. Hann hevur eisini blankt víst aftur at viðurkenna rættindi hjá samkyndum, og hann er eisini ímóti, at kvinnur kunnu virka sum prestar í katólsku kirkjuni.
Í Suðuramerika er tann nýggi pávin heldur ikki serliga væl umtóktur. Har vísa tey ár, at Ratzinger stríddist ímóti teimum frælslyntu guðfrøðingunum, sum fóru at gera um seg í Suðuramerika í sjeyti- og áttatiárunum, og sum settu seg upp ímóti hernaðarstýrunum við kravi um rættvísi og demokratiskar nýskipanir.
-Hatta var tað ringasta, sum kundi henda. Hann fer at halda somu kós sum undanmaður hansara, sigur argentinski guðfrøðingurin og professarin Ruben Dri við AP.
Eisini í Danmark eru katolikkar misnøgdir við pávavalið, tí teir halda hann vera alt ov afturhaldssinnaðan, og í Italia og Fraklandi verður roknað við, at undir hansara leiðslu fer tann katólska kirkjan at missa nógvar limir.