Bermuda verður vertur fyri Oyggjaleikunum í 2013. Tann avgerðin varð tikin fyri tveimum árum síðani, og ivaleyst eru mong, sum fegnast um útlitini fyri at ferðast til oyggjasamfelagið eystan fyri strendurnar í Florida.
Frá fleiri sersambondum hava røddir tó longu verið frammi um, at kostnaðurin fyri luttøku á Bermuda kann gerast ein forðing í royndini at senda ein nóg breiðan hóp av landinum.
Sambært thisisjersey.com, er tó longu eitt ár síðani, at stjórnin á Bermuda hevur borðreitt við ætlanum um at lækka kostnaðin hjá teimum vitjandi.
Randolph Horton, sum er ministari við ábyrgd fyri undirvísing, ítrótti og mentan, sigur við heimasíðuna, at stjórnin á Bermuda stendur 100% aftan fyri vertsskapin av leikunum, og at tey vilja seta pening av, soleiðis at fíggjarligi parturin ikki verður nøkur forðing.
Kostnaðurin fyri at flúgva frá London til Bermuda liggur um einar 10.000 krónur, men við stuðuli er ætlanin, at kostnaðurin luttakarum til oyggjaleikirnar, verður einar 4.000 krónur. Hartil er ætlanin, at serstakar avtalur verða gjørd við sjey gistingarhús, soleiðis at uppihaldið heldur ikki verður ov kostnaðarmikið. Og verður talið av luttakarum ov stórt til hesi sjey gistingarhúsini, er stjórnin eisini sinnað at leiga eitt av mongu ferðamannaskipunum, sum á hvørjum ári vitja oyggjarnar.










