Bermuda í hálvfinaluni

Týsmorgunin var avgerandi dysturin um næst fremsta plássið í bólki B í mansflogbólti. Her hevur Saaremaa mest sum tryggjað sær oddasessin, men dysturin um næsta plássið sum gevur atgongd til hálvfinaluna hevur verið harður.
Frá byrjan mundu fá ivast í, at Gotland var favoritturin til hetta plássið, men nýggju luttakararnir úr Bermuda hava tó víst nakað annað. Eftir at teir í fyrsta dystinum fingu rættiligan bank frá Saaremaa, hevur spælið hjá Bermuda verið alsamt betri, og tí var spenningurin undan Gotlands-dystinum hjá teimum stórur.
Her vann Gotland fyrsta settið 25-12, men so kom Bermuda. Tey bæði næstu settini vórðu vunnin rættiliga sannførandi við 25-15 og 25-19, áðrenn teir í einum sera spennandi fjórða setti vunnu 27-25.
Sostatt verður tað Bermuda, sum nú skal hitta Føroyar í hálvfinaluni, meðan Gotland fyri fyrstu ferð í mannaminni má siga farvæl til flogbóltin eftir bólkaspælið.