Hin 1. august í ár varð Berlys Nordendal sett í tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla. Hon røkir starvið fyri Randi Larsen, sum er farin í farloyvi.
Nýggi varaskúlastjórin er 39 ár. Hon eigur trý børn og er búsitandi á Toftum.
Berlys Nordendal er útbúgvin námsfrøðingur og lærari. Haraftrat er hon í holt við at taka grundútbúgving sum nýkognitivur sálarviðgeri og innan leiðslu og fyrisiting.
- Hon hevur eisini drúgvar royndir innan serøki og arbeiðir sum dagligur samskipari og námsfrøðingur á ungdómshúsinum á Toftum.
Í Fuglafjarðar kommunu bjóða tey Berlys Nordendal vælkomnari í skúlan og ynskja henni góða eydnu í starvinum.