Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er kendur fyri so mangt, og nú er komið fram, at hann eisini roynir seg sum skald.
Blaðið Il Libero prentaði hósdagin ein kærleikssang, sum Berlusconi hevur yrkt, og sum er ein av sjey sangum, sum forsætisráðharrin hevur gjørt til eina nýggja fløgu hjá guitarleikaranum Marianco Apicella. Í sanginum, sum Il Libero prentaði, sæst, at alt ruggar ikki rætt við kærleikslívinum hjá forsætisráðharranum, og tað hevur fingið fjølmiðlarnar at gita, at alt er ikki, sum tað eigur at vera við samlívinum hjá Berlusconi og konu hansara, Veronicu Lairo. Bløðini vísa millum annað á, at tey bæði hava ikki verið at síggja saman alment í longri tíð.
Annars er Berlusconi ikki tann einasti statsmaðurin við tónlistarligum áhuga. Bill Clinton spælir saxofon, Tony Blair hevur eina fortíð sum guitarleikari í einum rockbólki, og japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, ber orð fyri at duga sera væl at apa sær eftir sjálvum Elvis.










