Berlusconi vil hava val

Stjórnarkreppan í Italia stendur við eftir fleiri úrslitaleysar fundir millum forsetan og floksleiðarar Politiska kreppan í Italia stendur við, og Giorgio Napolitano, forseti, segði í gjárkvøldið, at støðan er sera trupul. Hann hevur hitt leiðararnar í teimum størstu flokkunum, men enn er einki komið burturúr.

Fyrrverandi forsætisráðharrin Silvio Berlusconi heitti í gjár á forsetan um at skriva út val sum skjótast.

-Eftir okkara tykki er val tað einasta, sum kann loysa kreppuna, og landinum tørvar eina stjórn, sum kann fara til arbeiðis sum skjótast, segði Berlusconi.

Mið-vinstratjórnin hjá Romano Prodi noyddist frá í síðstu viku, tá hon tapti eina atkvøðugreiðslu um misálit.

Sambært meiningakanningum høvdu teir borgarligu flokkarnir fingið meiriluta, var val í Italia nú.