Berlusconi var álopsmál

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sigur í samrøðu við blaðið Libero, at yvirgangsmenn høvdu lagt eina ætlan um at taka lívið av honum. Hann vil kortini ikki avdúka meiri, og skrivstova hansara í Rom vil heldur ikki siga nakað, skrivar AP.

Í samrøðuni sigur Berlusconi, at yvirgangsatsóknin skuldi fremjast, tá hann var og hugdi at fótbólti. Tað er lítið at ivast í, at hann hugsar um ein dyst hjá felagnum AC Milan, sum hann sjálvur eigur. Men ákæruvaldið í Milano sigur seg ikki hava hoyrt eitt orð um nakra ætlaða yvirgangsatsókn har.

Italia hevur 3.000 hermenn í Irak, men í samrøðuni við Libero leggur Berlusconi dent á, at teir italsku hermenninir eru ikki í Irak sum hersetingarvald. Teir eru farnir hagar sum friðarligir hermenn og sambært galdandi ST-samtykrum, sigur hann. Hann leggur afturat, at Italia er eitt land, sum altíð hevur roynt at sleppa undan kríggi.