Berlusconi tapti fyrru kæruna

Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, fer at stuðla samgongustjórnina hjá Enrico Letta, hóast landsins grundlógardómstólur hevur havnað eini kæru frá Berlusconi um ein fallandi dóm fyri skattaundandrátt.

Berlusconi var í fjør dømdur fýra ára fongsulsrevsing, men síðani hava verjar hansara kært dómin fyri grundlógardómstólin, tí teir vildu vera við, at málið upprunaliga ikki var nóg væl frágingið í rættinum.

Óansæð, so varð Berlusconi saman við tíggju øðrum dømdur fyri svik við sjónvarpsrættindum, so talan tilsamans var um 1,8 milliard krónur í skatti, ið feløg hansara royndu at sleppa sær undan at gjalda.

Berlusconi hevur møguleika fyri at kæra dómin tvær ferðir, áðrenn honum nýtist at fara í fongsul, og nú hevur hann so ein kærumøguleika eftir.

Í italska tjóðartinginum er flokkur hansara, PDL, ein av sterkastu stuðlunum hjá stjórnini.