Berlusconi stillar ikki uppaftur

Tann umstríddi forsætisráðharrin í Italia, Silviop Berlusconi, stillar ikki uppaftur á tí næsta tjóðartingsvalinum, sum verður í 2013. Tað kunngjørdi hann á einari samkomu fyri útlendskum tíðindafólkum í Rom í gjárkvøldið.

Berlusconi, sum er 74 ára gamal, varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra í 1994, men ta ferðina fekk hann bara eitt ár í embætinum. Í 2001 varð hann valdur aftur og sat í embætinum til 2006. Í hesum triðja umfarinum hevur hann verið stjórnarleiðari síðani 2008.

Tað hevur ljóðað, at Berlusconi skal hava umhugsað at stilla upp til næsta forsetavalið í Italia, men tað avsannaði hann á samkomuni í gjár, sigur BBC.