Berlusconi roynir aftur

Leiðandi limir í italska Frælsisflokkinum siga nú, at fyrrverandi forsætisráðharrin Silvio Berlusconi verður forsætisráðharraevni hjá flokkinum, tá tjóðartingsval verður í vár.

Berlusconi hevur ikki sagt nakað sjálvur, men aftan á ein fund í floksleiðsluni nú um dagarnar segði hann, at nógvir floksfelagar vildu hava hann at stilla upp.

Italska tjóðartingið atkvøddi í gjár um misálit á stjórnina hjá Mario Monti, forsætisráðharra, og tá greiddu tinglimirnir hjá Frælsisflokkinum ikki atkvøðu.