Berlusconi í rættinum

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, varð í morgun avhoyrdur í rætinum í Milano. Berlusconi er ákærdur fyri svik og fyri at hava misnýtt sum vald í sambandi við virksemið hjá fjølmiðlafyritøkuna Mediatrade.

Avhoyringina í morgun skal rættutin brúka til at taka støðu til, um forsætisráðharrin skal dragast fyri rættin í sambandi við ákærurnar, sum eru reistar ímóti honum. Sjálvur hevur Berlusconi ikki stóra virðing fyri tí, sum fór fram í morgun.

-Ákærurnar eru púra burturvið og uttan nakað hald í veruleikanum, segði forsætisráðharrin aftaná við sjónvarpið Rás 5, sum hann sjálvur eigur.

Tann 6. apríl skal Berlusconi ætlandi fyri rættin í einum máli, har hann er skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við eina ov unga gentu og fyri at hava brúkt sítt embæti til at fjala málið.