Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi avsannaði í rættinum í morgun, at hann hevði havt kynsligt samband við eina gentu, sum var ov ung til at hava kynsligt samband við mann. Hann segði, at hann helt gentuna vera væl eldri, enn hon var, og at hon hevði eisini sagt seg vera eldri, enn hon veruliga var. Berlusconi vísti eisini aftur einari ákæru, um at hann skal hava misnýtt sítt vald, so gentan slapp úr fongslinum.
Silvio Berlusconi er ákærdur fyri at hava havt kynsligt samband við gentuna, tá hon var 17 ára gomul. Hann er eisini ákærdur fyri at hava ávirkað løgregluna til at lata gentuna leysa, tá hon bleiv tikin fyri stuldur fyri tveimum árum síðani.
Verður fyrrverandi forsætisráðharrin funnin sekur í ákærunum, kann hann fáa upp í 15 ára fongsul.