Grundlógardómstólurin í Italia ógildaði í gjár lógina, sum vardi Silvio Berlusconi, forsætisráðharra og aðrar leiðandi politikarar ímóti rættarsókn. Lógin kom í gildi nakar fáar vikur eftir, at Berlusconi gjørdist forsætisráðharri í fjør, og endamálið var at verja forsætisráðharran, forsetan og formenninar í teimum báðum tingdeildunum ímóti rættarsókn. Avgerðin hjá dómstólinum ber í sær, at ákæruvaldið kann stevna Silvio Berlusconi í einum máli, har hann er skuldsettur fyri at hava goldið einum fyrrverandi sakførara tríggjar milliónir krónur fyri at bera falskan vitnisburð í tveimum rættarmálum í nítiárunum.