Berlusconi í minniluta

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, var fyri einum dyggum ósigri seinnapartin, tá stjórnin kom í minniluta í einari atkvøðugreiðslu um fíggjarlógina.

316 atkvøður skulu til fyri at fáa meiriluta, men bara 308 tinglimir atkvøddu fyri. 321 greiddu ikki atkvøðu. Sostatt hevur stjórnin mist sítt parlamentariska grundarlag.

Andstøðuleiðarin, Pier Luigi Bersani, kravdi alt fyri eitt, at Berlusconi fer frá, og sambært tíðindastovunum hevur forsætisráðharrin sagt, at hann fer at kunngera støðu sína um stutta tíð.