Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi sigur nú, at hann ætlar sær ikki aftur í forsætisráðharraembætið. Tað hevur ljóðað, at hann ætlaði sær endurvinna embætið sum stjórnarleiðari, men nú sigur hann, at í framtíðini ætlar hann sær at virka sum ráðgevi hjá teimum ungu.
Nú tað er greitt, at Berlusconi ikki verður oddavalevni hjá flokkinum, er fyrrverandi løgmálaráðharrin Angelino Alfano tann, sum tykist hava bestu møguleikarnar at vinna valið næsta ár.
Berlusconi, sum noyddist frá í november í fjør og at lata Mario Monti taka við, var italskur forsætisráðharri í trimum umførum, frá 1994 til 1996, frá 2001 til 2006 og seinasta frá 2008 til 2011.