Berlusconi hóttir

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, vil hava tríggjar milliónir evrur ella 22 milliónir krónur í endurgjaldi fyri blaðnum l´Unita. Harafturat krevur hann, at blaðstjórin og tríggir blaðmenn á blaðnum skulu rinda 200.000 evrur í bót hvør ella 7,5 milliónir krónur tilsamans.

Orsøkin er, at forsætisráðharrin kennir seg ærumeiddan í fleiri greinum í l´Urita.

Men tað er ikki bara hetta blaðið, sum hevur fingið øði í Berlusconi. Sagt verður, at hann ætlar sær eisini at stevna italska blaðnum La Republica og nøkrum bløðum í Bretlandi, Fraklandi og Spania.