Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sigur nú, at hann fer at taka seg burtur úr politikki aftan á tjóðartingsvalið í 2013. Berlusconi hevur fyrr sagt, at hann var í iva, um hann skuldi stilla upp í 2013, men nú sigur hann við blaðið La Republica, at hann hevur tikið avgerð, og at hann stillar ikki uppaftur.
Tann 74 ára gamli forsætisráðharrin fer tó ikki at sita hendur í favn, tá val verður í 2013, tí hann ætlar sær at hjálpa løgmálaráðharranum, Angelino Alfano, sum skal taka við sum forsætisráðharri, um teir borgarligu varðveita valdið.
Tann 40 ára gamli Angelino Alfano er júst tilnevndur aðalskrivari í flokkinum hjá Berlusconi, Fólksins Frælsisflokkur.









