Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, vann ein sera tepran sigur, tá tjóðartingið í Rom atkvøddi í dag um eitt uppskot um misálit á forsætisráðharran. Í undirhúsinum fekk misálitisuppskotið fekk 311 takvøður, men 314 tinglimir atkvøddu ímóti tí. Frammanundan hevði Berlusconi vunnið eina tilsvarandi atkvøðugreiðslu í Senatinum.
Atkvøðugreiðslan í dag kom aftan á eitt tíðarskeið við nógvum atfinningum at Berlusconi, men sum so ofta áður eydnaðist tað honum at tryggja sær tær neyðugu atkvøðurnar í tinginum.










