Berlusconi dømdur eitt ára fongsul

Hægsti kærustovnur í Italia staðfesti gjárkvøldið ein dóm, sum frídømir Silvio Berlusconi fyri skattasvik.

Sambært ákærunum skal Berlusconi hava snýtt italska skattavaldið, tá hann keypti rættindini til amerikanskar filmar í miðlafelagi sínum, Mediasat.

Dómurin er tann fyrsti í einari røð av dómum, ið 76-ára gamli miðlakongurin stendur framman fyri í hesum mánaðinum.

Men so lætt slapp Berlusconi ikki í dag, tá ein rættur í Milan dømdi hann í eitt ára fongsul fyri at hava almannakunngjørt eina liknað politiavlurting í einum av dagbløðum sínum.

Telefonavlurtingin fór fram í sambandi við royndirnar hjá tryggingarfelagnum Unipol at yvirtaka bankan, Banca Nazionale di Lavoro.

Eisini nógv umrødda málið, har Berlusconi skal hava goldið einari aldursómyndugari gentu fyri kynsligt samband, verður avgjørt 18. mars, tá dómur fellur í málinum.

Og ein fjórða sak um sjónvarpsrættindi kemur fyri 23. mars.