Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, skal nú greiða tjóðartinginum frá, hví hansara navn verður tengt at einari ungari gentu úr Marokko, sum eftir øllum at døma hevur verið í veitslu saman við honum.
Italskir fjølmiðlar skriva, at tann marokkanska gentan bleiv tikin í Milano, tí hon hevði stolið okkurt í einum handli.
Undir avhoyringini á løgreglustøðini segði gentan fleiri ferðir, at hon hevði verið í veitslu saman við Berlusconi í einum húsum, sum forsætisráðharrin hevur í Aecore nærhendis Milano. Talan var ikki um eina veitslu, men fleiri, segði hon.
Sambært fjølmiðlunum er gentan 17 ára gomul.
-Vit vilja hava at vita, hvat hendi í Milano, sigur andstøðupolitikarin Michele Ventura við teir italsku fjølmiðlarnar.