Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, kom í gjár aftur til Rom eftir at hava hvílt seg í fýra vikur aftan á álopið í Milano, tá ein maður tveitti eitt modell av teirri kendu dómkirkjuni í býnum í andlitið á forsætisráðharranum. Stoyturin var so harður, at Berlusconi breyt nøsina og misti tvær tenn.
Tá hann kom til Rom í gjár, segði Berlusconi tíðindafólki, at hann hevur tað gott, og at hann fleðir seg at sleppa aftur til arbeiðis.
Nógv fólk vóru komin saman uttan fyri hús hansara at bjóða honum væl afturkomnum, skrivar AP úr Rom.