Múrurin var ein sperring, reist úr betongi, píkatráði og elektriskum hegni millum Eystur- og Vesturberlin. Múrurin skilti Vesturberlin frá Eysturberlin og restini av DDR. Tað var Eysturtýskland (DDR) sum stongdi markið millum teir báðar partarnar av Týsklandi. Endamálið við múrinum var alment frá eysturtýskari síðu at verja íbúgvarnar í Eysturtýsklandi móti fasismuni vestanfyri, ið har skuldi vera – og sanniliga um kommunistisku ørindasveinarnir vestanfyri ikki trúðu hesum pástandi, eisini okkara egnu vælútbunu kommunistar! Men verunliga orsøkin til byggingina av múrinum beint tvørtur gjøgnum hjartað av Berlin, hon var, at múrurin fór at forða fyri, at fólkið eystanfyri flýddi til tað ríkara og demokratiska Vesturtýskland (BRD). Og um henda gongdin slapp at halda áfram, so vildi hetta fyrr ella seinri føra til búskaparligt skrædl fyri DDR, tí tær fleiri enn 3 mill. sum flýddu vesturum, meðan tíð var, vóru tey ungu og vælútbúgvnu í DDR, sum ikki funnu seg í, at liva undir kommunistiskum einaræði, har alt varð avgjørt frammanundan, bara partíkortið var í lagi. Tí Berlin var einasta staði í óhugnaliga jarntjaldinum tvørtur um alt Europa, úr Eystrasalti til Adriatarhavið, har eysturtýskarar enn kundu, uttan nakra serliga forðing, flýggja vesturum. Sjálv byggingin, innigirðing av 17 mill. eysturtyskarum í eini risarætt ella búri, byrjaði týðliga á morgni 13. august 1961. Múrurin fall aftur 9. nov 1989 aftaná at hava skilt Eystur- og Vesturberlin at í gott 28 ár.
Hví ein múr?
Eftir 2. veraldarbardaga var tað, sum eftir var av Týsklandi, býtt upp í 4 øki, sonur: tað amerikansku, tað bretsku og tað fronsku (hetta var seinri tað sum bleiv Vesturtýskland) og so tað sovjetisku sonuna, sum bleiv til DDR. Eisini bleiv avgjørt á fundi millum teir tríggjar “Stóru”, Roosevelt, Churchill og Stalin, at Berlin, høvuðsstaður Triðja ríkisins, somuleiðis skuldi í 4 sonur. Men semjan, hjá vinnandi pørtunum at stýra Týsklandi í felag, vardi stutt, og longu í 1949 blivu vestaru sonurnar hjá bretum, amerikanarum og fransum lagdar saman í eitt ríki, (Bundesrepublik Deutschland, stytt BRD) við egnum gjaldoyra, D- markinum, sum flaggskipi, meðan Sovjetsamveldið svaraði aftur við at stovnseta DDR í eystara parti av Týsklandi, sum teir høvdu fingið, tá býtt beiv á skinninum. Og júst í tí partinum lá og liggur Berlin, sum ein oyggj úti í táverandi kommunistiskum havi, og tað voldi stórar trupuleikar. Og tí royndi Sovjetsamveldi ferð eftir ferð at tvinga teir sameindu burtur úr Vesturberlin, men til fánýtis!
Flýggjanin tekur dik á seg.
3,12 mill. eysturtýskarar høvdu síðani 1949 tikið sakina í egnar hendur, og vóru flýdd vesturum, fyrst til Vesturberlin, og so í flogfari víðari til Vesturtýsklands. Hetta kundi lata seg gera, tí ongar forðingar høvdu verið higartil at reisa millum Eystur- og Vesturberlin. Men í nov 1958 komu kravboð úr Kreml til Vestanveldini um, at tey skuldu fara úr Berlin innan ½ ár var farið, og lata allan býin komu undir yvirumsjón av eysturtýska DDR. Men Vestanveldini noktaðu fyri at fara úr Berlin, hóast okkurt ófrættakend var í umbúna – men at tað skuldi enda við einum múri beint gjøgnum Berlin, tað hevði hóast alt ongin roknað við!!
Sundurskiljingin
Dagarnir áðrenn 12. august 1961 hevði verið boðað frá øktum hermálsligum DDR-aktiviteti rundan um Berlin, og allar hernaðardeildirnar í sokallaða “Volksarmee” í DDR vóru á hægsta tilbúgvingarstigi frá midnátt 13. august. Og S-tokini blivu steðgað, og kl 01.11 kom kunngerð, sum boðaði frá, at avgjørt var, “ at seta trúverdiga og effektiva kontroll í verk við sektorgrensuna í Berlin”. Og longu kl. 03.25 kundi amerikanska radiostoðin í Berlin boða frá, at stór hernaðarlig styrki frá DDR hevur í nátt sperrað markið millm Eystur- og Vesturberlin. Amerikumenn svaraðu aftur við at senda vælbrynjaðar pansaradeildir til sektorgrensuna. Sundurskiljingin hevði nógv løgin ting við sær, sum t.d. at 53.000 eysturberlinarar, sum høvdu sítt dagliga arbeiði í V-Berlin ikki sluppu til arbeiðis, og 1300 børn sum vóru og vitjaðu ommu og abba og familju annars í eystara partinum av býnum blivu fangaði eystanfyri! Tey seinastu av hesum børnum komu ikki heimaftur fyrrenn 3 mánaðir eftir sundurbýtingina. Líkkistur blivu førdar yvir múrin hvønn mikudag o.s.fr.
Múrurin – hvussu sá hann út?
Hóast hvør einasti múrari varð boðsendur í øllum Eysturtýsklandi (fyri at múra seg sjálvan inni!), umframt arbeiðsfólk, og hermenn við løddum maskinbyrsum tilreiðar at skjóta fyrsta og besta múraran, sum kundi hugsa sær at flýggja, nú avgjørt seinasta løtan var komin at sleppa sær vesturum! Og tó vágaðu fleiri at taka tjansin henda dagin, men eisini við syndarligum úrsliti.
Múrurin bleiv broyttur tríggjar ferðir. Í fyrsta “múrinum” vóru 12 kilometur av betongi og 137 km av píkatráði´, tí skjótt mátti berast at, so eingin slapp “úr kommunistisku rættini”! Ein samanhangand betongmúrur bleiv reistur í 1965, og tann “modernaða grensan” kom í endanum av 1970-unum. Tað er henda “modernaða grensan” sum vit vanliga seta í samband við Berlinmúrin. Har vóru 106 km av av einum 3,6 m høgum betongmúri, 67 km við 3 – 5 m høgum píkatráði, 302 vaktartorn og 20 bunkarar, 105 km av pansaragrøv, 127 km við hegni og 124 km av vegi til vaktarfólkini á markinum. Harumframt vórðu hundar, sválvvirkandi skjótianlegg og minubeltir í ongamannalandinum beint ígjøgnum býin.
Mín reaktión
Eg kom at síggja múrin fyrstu ferð í 1964. Var staddur á háskúla í Vesturtýsklandi, og fóru vit, 7 norðlendingar og 20 vesturtýskarar, útferð til Vesturberlin at hyggja at hesum ræðuliga, sum hent var í høvuðsstaði Týsklands.Eg má siga, at henda uppliving, fyrst at koyra eftir fastløgdum vegi (rutu) gjøgnum DDR og blíva kannaður av vælbrynjaðum hermonnum bæði á markinum millum Eystur- og Vesturtýskland, fyri so aftur at verða kannaði, áðrenn vit sluppu inn í Vesturberlin, tað kom verunliga at seta sær spor í hugaheimi mínum! Eg sum hevði hoyrt um “frælsisstríð” føroyinga heima á landi og tað neyðuga at sleppa undan donskum jarnhæli og annað mangt úr hasi somu skuffuni, fekk nú, 18 ára gamal, sjón fyri søgn, hvat verunlig trælkan, innibyrging, missan av persónligum frælsi o.s.fr. merkti, lítandi á henda skemdarmúr, ið reistur var í Berlin. At siggja á ymsum pallum, sum gjørdir vóru vestarumegin, so síggjast kundi uppum hjá avvarandi, sum búðu eystarumegin múrin, t. d. brúðarpør í hægsta skrúð veitra til síni kæru hinumegin, børn á móðurørmum í dópskjólum, sum júst vóru doypt o.s.fr. – hetta skar ein í hjarta! Og tað løgna var, at hesi somu tjóðveldisfólkini sum ein hevði hoyrt og sæð nógv til úti á prentsmiðjuni hjá 14. september (tjóðveldisblaðnum) í Hornabø, tey gingu heima á landi og tosaðu javnt og samt um, hvussu einastandandi henda kommunistiska skipanin var, og tá serliga hon, ið var í DDR – eg skilti onki! Og enn tann dag í dag hevur mær kunnugt bert tann eini føroyingurin lagt kortini á borðið (Rolf Guttesen), og biðið um umbering fyri hesa misfatan og trúgv uppá kommunistisku læruna og lærusetningar hennara, hóast politisku líkini finnast hjá mongum sokallaðum “góðum nationalum” føroyingum, sum enn hava ilt við at skilja, hvat verunliga virðið er í vakra orðinum frælsi!
Ímyndin
Berlinmúrurin bleiv týðiligasta ímyndin av sundurbýtinum í Europa í ein demokratiskan og ein kommunistiskan part undir kalda krígnum. Millum 1961 og 1989 flýddu yvir 5.000 vesturum, hóast lívsvandan sum lúrdi, líkamikið hvør flýggjanarháttur varð valdur, og yvir 3.200 blivu handtikin aftaná at roynt var at flýggja, meðan góð 1.000 blivu dripin, tá roynt varð at flýggja.
Hóast ógvuslig mótmæli frá vesturtýskari síðu og frælsa heiminum annars, við yvirborgarmeistaranum í Berlin, Willy Brandt, á odda, so bleiv onki annarleiðis av hesum. Múrurin varð komin fyri at vera, og vesturberlinarar, knappar 2 mill. fólk, máttu læra seg at liva á einum sera avmarkaðum øki á leið sum helvtin av føroyska landaøkinum.
Múrurin fellur
11. mars 1985 verður sjarmerandi og inteligenti Mikhail Gorbatjov valdur til aðalskrivara í Sovjetsamvaldinum. Hann hevur ætlanir um, alt fyri eitt at fara undir reformar av planbúskapinum, sum skuldu styrkja og effektivera Sovjet og harvið støðu Sovjetsamveldsins sum heimsveldi. Hetta nýggja rákið úr Moskva fekk ikki góða móttøku í Eysturberlin. Vestanveldini harafturímóti síggja rættuliga skjótt, at heilt nýggir vindar blæsa, og fáa eina lítla vón um, at kanska Gorbatjov var maðurin, sum fór at ávirka søgurnar gongd. Og so var. Berlinmúrurin fellur endaliga náttina millum 9. og 10 november 1989. Orsøkirnar til at múrurin fall vóru fjølmiklu mótmælisgongurnar í eysturtýskum býum, har fólkið strongdi á at fáa ferðafrælsi allastaðni og sleppa burtur úr ófrælsishaminum og vørumanglinum, og so var samstudis hol komið á jarntjaldið í Ungarn, so har slapst vesturum. Nú bar ikki til longur at binda eysturtýska fólkið niður sum seyð, og tí var onki annað at taka til enn at opna Múrin. Og alt fyri eitt steymaði í hundraðtúsundatali av fólki móti Bornholmer Strasse, tí har vóru marknavørðarnir teir fyrstu at taka forðingarnar burtur á týsk – týsk markinum. Og gleðin eftir eina sundurskiljing í 28 ár var heilt einastandandi, tá eysturtýskararnir komu inn í Vesturberlin. Flestu skonkistøð bjóðaðu ókeypis øl, og fólk sum annars ikki kendust hálsfevndust – og í offarakæti kluvu fólk uppá Múrin. Og Brandenburger Tor, sum áður hevði verið bannað øki at koma í nánd av, bleiv nú opnað fyri øllum, og vaktarmenninir, sum áður høvdu boð um at skjóta bara onkur nærkaðist, teir stóðu sum kánus. Tá tíðindini bórust í tjóðartinginum í Bonn, fyribilshøvuðsstaði Týsklands, um at Múrurin raplaði, so bleiv verandi fundurin niðurlagdur og tinglimirnir reistust og sungu týska tjóðsangin, sum byrjar við orðunum: Einigkeit und Recht und Freiheit fur das deutsche Vaterland! Ógvuliga hóskandi og sigandi orð. Hvat so hendi, vita vit øll – bæði týsku ríkini blivu løgd alment saman 3. okt 1990, og verður sameiningardagurin nevndur “Tag der deutschen Einheit”. Og Berlin bleiv aftur høvuðsstaður í sameinda Týsklandi.
Og samveldiskanslarin í sameinda Týsklandi, Angela Merkel, er sjálv fødd og uppvaksin í fyrrverandi DDR, og er eitt livandi tekin um eina sameinda tjóð, sum stendur saman um felags týsk og europeisk demokratisk virðir, og er í tí andanum vorðið búskaparlokomotivið í øllum Europa.