Stór donsk bløð vísa nú áhuga fyri, at Føroya Banki í ár skal skrásetast á Virðisbrævamarknaði Føroya og Københavns Fondsbørs.
Berlingske Tidende skrivar um einskiljingina í Business-útgávu síni fríggjadagin 9. februar:
?Børsnoteringen af den færøske bank bliver en af de største børsnoteringer i mange år på børsen i København. Med en egenkapital på 1,1 milliard kroner kan selv en forsigtig prissætning betyde, at banken starter sit liv som børsnoteret med en markedsværdi på mindst et par milliarder kroner.?
Blaðið hevur eisini samrøðu við Janus Petersen, forstjóra í Føroya Banka, sum m.a. sigur, at málið hjá bankanum sum frálíður er at spjaða sítt virksemi til hini norðurlondini.
Sí grein: www.business.dk/borsnyt/artikel:aid=2026722










