Berlingo 2.0 HDi ? við dragihurðum á báðum síðum

Citroën Berlingo er úrslit av eini felags verkætlan hjá Citroën og Peugeot, undir leiðslu av Ciroën.

Magnus Gunnarsson


Frá byrjan av vórðu Berlingo og Peugeot Partner gjørdir bæði sum persón og vørubilar. Sigast má at hesir bilar hava verði sera væl móttiknir, og fleiri bilverksmiðjur koma nú við bilum at kappast í hesum klassanum.


Rúmligur bilur

Berlingo er ein rúmligur bilur, ið hóskar væl til barnafamiljur, sum ikki halda seg til at keypa ein stóran MPV ella annan frítíðarbil. Eitt hav av plássi, góðir og tryggir koyrieginleikar, umfatandi standardútgerð og ein kappingarførur prísur, ger Citroën Berlingo til ein annarleiðis møguleika enn tann vanliga familjubilin. Bilurin hevur gott pláss til fimm vaksin fólk, og eitt stórt viðførisrúm, har ein barnavognur passar inn uttan at skula leggjast saman. Eisini er møguleiki at seta tvey eykasetur aftast, so pláss verður til 7 fólk. Berlingo er ein bilur sum bæði førarin og tey ferðandi trívist væl í, tí hann er góður at koyra, er væl isoleraður. Eisini eru fleiri møguleikar til at leggja smáting frá sær.


Dragihurðar báðumegin

Tá Berlingo fyrstu ferð bleiv royndarkoyrdur av FDM fyri góðum trimum árum síðan, fekk hann sera gott ummæli, men teir fýltust á at 1.4 litur motorurin var ov lítil til bilin, og at hann bert hevði eina dragihurð høgrumegin til baksetrini. Hetta hevur Citroën bøtt uppá, við tað at bilurin nú hevur dragihurðar á báðum síðum, sum gera bilin upp aftur meira brúkaravinarligan.



2.0 HDi dieselmotor

Nakað eftir at Berlingo var komin á marknaðin við 1.4i motorinum, kom ein 1.8i motorur, sum hevði kraftina sum hin manglaði. Síðan kom ein 1,9 litur dieselmotorur við 71 hk, og nú hevur hann tann nýggjasta 2,0 litur HDI turbodiesel-motorin við common rail tøkni og beinleiðis innspræning. Hetta gevur betri nyttu av brennievninum, motorurin er meira ljóðleysur og dálkar minni.

Citroën gevur 3 ára garanti móti verksmiðjubrekum í tilfari og lakkinum, og 12 ára garanti móti gjøgnumtering.




Citroën Berlingo SX 2.0 HDi


Motorurin: 4 syl. 2.0 litur 90 hk turbodiesel v. common rail og innspræning

0-100 km/t: 15,3 sek.

Oljunýtsla: 18,2 km/l

Dekkstødd: 175/65-14

Stødd og vekt

Longd: 410, 8 cm

Breidd: 171,9 cm

Hædd: 180,2 cm

Eginvekt: 1250 kg

Totalvekt: 1925 kg

Prísur: Persónbilur kr. 176.000,-

Vørubilur: kr. 147.000,-

Søluumboð: Ivan Johansen Bilar, Hoyvíksvegur 63, FO-100 Tórshavn, Tlf. 313666