Stóra altjóða filmsstevnan í Berlin gevst nú at lata heiðurslønir til menn og kvinnur hvør sær.
Vanligt er at lata heiðurslønir til bæði eina kvinnu og ein mann fyri eitt nú besta høvuðsleiklut í filmi, men frameftir skal munur ikki gerast á kynunum, og bert ein heiðursløn verður latin, sum bæði kvinnur og menn kunnu vinna.
– Eingin ivi er um, at hetta er framtíðin. Í leiðslum fyri allar filmsstevnur verður tosað um at gera hetta, sigur Maria Månson, sum er filmsummælari hjá Danmarks Radio.
Sambært leiðsluni av filmsstevnuni í Berlin skulu kynsleysu heiðurslønirnar vísa, at filmsvinnan er meira opin og fevnandi, tá ið tað kemur til kyn.
Frammanundan hevur verið vanligt, at bert ein heiðursløn verður latin til besta leikstjóra, sum bæði kvinnur og menn kunnu vinna.