Berlin í skundi

Sum rímiligt er, er avmarkað, hvat ber til at fáa burtur úr Berlin í hálvanannan dag. Men tað, sum var at síggja og hoyra, gjørdi, at hugurin at venda aftur bara styrktist

Berlin: Hóast miðbýurin í Berlin, allur sum hann er, líkist einum stórum byggiplássi, hevur fólk kortini tíð at vera til. Tey fara á matstovu, í sjónleikarhús, keypa inn, og hava tíð at práta hvør við annan, sum nú kennast, tá tey møtast.
At koma til Berlin er ikki øðrvísi enn at koma til aðrar stórar býir. Thegel flogvøllurin sýnir ikki nógv fyri verðini, tá hugsað verður um ta ferðslu, sum uttan iva man vera til ein milliónbý. Tó er at siga, at tveir aðrir flogvallir eisini eru. Av teimum er í hvussu er annar ivaleyst væl størri og hevur helst eisini tættari ferðslu.
Hýruvognsførarin fær eina adressu at vita, og so verður bara koyrt. Hann hevur hug at spyrja, hvat mál vit tosa. Hevur ongantíð hoyrt hetta fyrr, heldur hann. Men veit ikki petti um Føroyar at siga. Ivaleyst ongantíð hoyrt navnið grett. Heldur ikki í sambandi við fótbóltsdystin, sum vera skal kvøldið eftir, at vit koma til Berlin.
? Fótbólti havi eg ongantíð havt nakran áhuga fyri, sigur hann. Og tískil veit hann heldur ikki, at tað liggur ein sensatión og lúrir har úti í komandi samdøgrinum.
Spennandi
Tað er altíð okkurt spennandi við at vitja eit nýtt stað fyrstu ferð. Berlin er nýggjur í so máta. Havi ikki verið her fyrr, men nógv er hoyrt og lisið um Berlin. Kanska serliga hendan seinna partin av søgu býarinnar, síðan nazistarnir í tríatiárunum í seinastu øld livdu sítt lystiliga lív her. Og so tað minni glæsiliga lívið, livað varð í býnum tey komandi fýrati árini ella so.
Men greitt er, at ein stuttur steðgur í hesum máttmikla høvuðsstaði ger ikki tað, at alt forvitnið verður nøktað. Tað verður bert upp aftur størri, og hugurin at koma aftur økist.
Her er alt. Øll tey kendu støðini, lisið er um, og hoyrt er frásagt. Nú síggjast tey við egnum eygum, og hóast ein hevur upplivað júst tað sama fyrr aðrastaðni í heimi, er kenslan effinett tann sama. Frøi, stoltleiki og undran yvir at standa júst her á hesum støðum og við egnum eygum síggja tað, lisið er um.
Men tað undrar almikið, at tað, sum í næstan tríati ár var sermerki fyri Berlin, tann ófrættakendi múrurin, er burtur. Rivin niður og burturbeindur, tí týskarar vilja ikki kennast við hann í dag.
Gaman í var hann eitt skensil fyri bæði teir sjálvar, sum settu hann upp og teir, sum aftan fyri stýrdu teimum. Men hann var hóast alt partur av søguni og átti sum slíkur at havt betri uppiborið, nú hann onga nyttu gjørdi kortini. Eins og kinesiski múrurin og gomlu miðaldar býarmúrarnir, sum nógvastaðni eru varðveittir. At strika søguna er eingin loysn. Hon verður ikki gloymd kortini.
Gamaní eru støð - nógv støð - í Berlin, har hann beinleiðis hevði verið ein forðan fyri menningini í dag, og har kundi hann verið burturbeindur. Men teir fáu metrarnir, sum í dag standa eftir, eru ikki bara ringir at fáa eyga á hjá tí ókenda, men at kalla skomm fyri nýggju valdsharrarnar í Týsklandi.
Og nógvar eru søgurnar um, hvussu tað gekk til, tá múrurin fall, og fólk eystaneftir komu vestur um og sluppu at síggja allar herligheitirnar, her vóru.
Ein søga er frá ovurhond stóra vøruhúsinum Kaufhaus des Westen, ella KaDeWe, sum tað veru stytt. Og sigast skal, at har er veruliga nakað at síggja. Nógv, flott og ókristiliga dýrt.
Ein vesturtýsk sjónvarpsstøð hevði funnið ein eysturtýskara, sum fyrstu ferð var sloppin vestur um, og hevði fingið hann upp á sonevndu delikatessudeildina í KaDeWe. Har er bara alt, nevnast kann av mati, uttan livandi grind. Men bað tú um hana høvdu teir helst fingið hana eisini.
Spurdur um, hvat hann helt um alt hetta, svaraði eysturtýskarin, at hetta var óført. Hann steðgaði á eina løtu og helt so fyri:
»Men hvør f.... hevur brúk fyri 43 sløgum av pylsum«.
Nýtt, nýtt, nýtt
Teir byggja nýtt. Flott og stórt skal tað vera. Einki sum stendur aftan fyri tað, onnur vestanlond hava.
Ivaleyst er tað tiltrongt, tí líkindi eru til at halda, at tað, bygt varð undir kommunismuni ikki altíð hevur verið í so góðum standi, sum vónandi kundi verið. Og teir sovjettblokkarnir, sæddir eru aðrastðani, hava heldur hvørki verið nakað prýði ella frægd fyri eygað. So í so máta kann tað vera gott tað sama.
Men synd er at siga, at skínandi glasfasadurnar, sum í dag stinga seg upp í miðbýnum í Berlin, eru nakað at reypa av heldur. Líkjast øllum øðrum. Sjálvt á Argjum hava vit sama slag, hóast bygningarnir eru rættiliga nógv ógvusligari í Berlin.
Onkrar leivdir frá gomlum døgum standa tó eftir, sum hava yvirlivað bæði heimsbardagar og kalda kríggið. Og teimum verður kelað fyri.
Tak bara synagoguna, sum prýdd er við gulli uttan. Grund er til at halda, at tað ikki er nøkur jødisk essenarameinigheit, sum her heldur til.
Undirhald
Berlin er eisini kendur fyri síni leikhús og víðagitnu framførslur. Eitt teirra er Friedrichstadt Palast, sum í 135 ár hevur verið brúkt í undirhaldsídnaðinum í Berlin. Hevur yvirlivað tveir heimsbardagar. Er umbygt fleiri ferðir og hvørs stólatal er minkað fá 5.000 til í dag at vera »bara« 1.895.
Og kortini vóru hesir næstan 1.900 stólarnir mestum allir upptiknir eitt vanligt hóskvøld í oktober, tá ein framúrskarandi framførsla av eini blanding av opera og varieté, nevnd 2002 nætur, streyk um stóra pallin. Sjálvandi við íblástri frá kendu arabisku ævintýrunum, men við nútíðarstroki.
Kenslan av at sita her var eitt sindur sjáldsom. Aftur hetta at vera á nýggjum stað og vita, at hetta er rættiliga gamalt kortini. Her hava kendir persónar verið. Vist er, at nazistarnir nýttu húsið til tað, tað var ætlað til, og her hava bæði Hitler og Göring sitið. Og hin kenda Marlene Dietrich hevur við vissu dansað eftir hesum pallinum.
Men uttan fyri er ikki bara leikur og spæl, tí fram við húsveggjunum, á hvørjum gøtuhorni og fleiri ferðir í millum tey standa skøkjurnar og bjóða seg fram.
Ungar, klænar og at síggja til ikki serliga lukkuligar, innfluttar gentur. Meira at síggja til neyðarsligar. Smágentur at kalla. Eini 15-16 ár. Ferðaleiðarin sigur frá, at tær fyri tað mesta eru komnar úr eystureuropeisku londunum. Teimum fyrrverandi kommunistalondunum. Ivaleyst við lyftum um bæði eitt og annað gott og stórt. Men eru so endaðar her.
Her standa tær. Klænar og kaldar. Vitandi um, at einastaðni í myrkrinum situr einhvør alfonsur og fylgir við øllum, tær gera. Einki nyttar at lúgva teg undan forrætningini og stinga egnan vinning í lumman. Og minni nyttar at stinga av. Tí ansa teir eftir.
Tað er myrkt, og tað kølnar. Upplivingin í leihúsinum var ófør, men hetta uttan fyri tók líkasum eitt sindur av henni aftur.
So er at sleppa sær í jarnbreytarvognin og koyra aftur á hotellið.
Uttan fyri vindeygað liggur Berlin. Bíðar eftir degnum í morgin, tá tú aftur kundi farið út at kanna býin. Men ikki verið liðugur. Tað skulu nógvir dagar til, og tíverri hava vit teir ikki.
Men hóast Berlin er eitt stórt órudd í dag, er tað avgjørt ein býur, sum minst ein vika ella tvær saktans kundu fingist at gingið skjótt í.