Álvarsama álopið á eina kenda handilsgøtu í Berlin í gjárkvøldið, hevur higartil kravt 12 mannalív, meðan 48 fólk eru á sjúkrahúsið, harav fleiri teirra eru í lívsvanda.
Í lastbilinum, sum koyrdi inn í jólamarknaðin á handilsgøtuni í gjárkvøldið, sat ein deyður maður. Løgreglan kennir framvegis ikki hansara tilknýti til hendingina, men møguleiki er fyri, at hann eisini var eitt offur, og ikki var uppíblandaður sjálva atsóknina.
Stutt eftir álopið handtók løgreglan ein mann nakrar kilometrar frá jólamarknaðinum, men í dag er komið fram á tíðindafundi, at gerningsmaðurin ivaleyst framvegis gongur leysur í Týsklandi.
Jólamarknaðir kring Berlin eru í dag stongdir í samhuga við tey raktu.










