Stór øki miðskeiðis í Brasil eru illa plágað av turki. Fólk í tíggjutúsundatali hava ov lítið vatn í kranunum, og forsetin, Dilma Rousseff, sigur, at hetta er tann ringasti turkurin í Brasil tey seinastu 50 árini.
Hon sigur, at stjórnin hevur sent boð eftir 3.300 tangabilum, sum skulu koyra vatn til 1.100 býir og bygdir.
Í fleiri býum hevur turkurin hevur elvt til samanbrestir millum fólk, ið berjast um vatn, og sambært blaðnum O Globo hava hesir samanbrestirnir kostað minst eitt mannalív um dagin tann seinasta mánaðin. Tað hevur fingið stjórnina at lýsa undantaksstøðu í 800 býum, skrivar Reuters.