Í Danmark eru tvey fakfeløg farin at klandrast um tey, sum arbeiða sum hjálparfólk hjá fólki við breki, tí bæði feløgini vilja hava hjálparfólkini sum limir. Felagið Fag og Arbejde, vanliga kallað FOA, hevur í mong ár roynt at fáa ein sáttmála fyri tey, sum hjálpa fólki við breki, og felagið hevði næstan fingið viðurskiftini upp á pláss, tá eitt annað felag, 3F, gjørdi vart við, at tað vil eisini hava fatur á hjálparfólkunum. Leiðslan í FOA er í øðini, men landsfelagsskapurin LO hevur boðað frá, at hann fer at loysa trætuna í næstum.










