Elin Lindeskov
býráðslimur
valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
Landsstýrismaðurin í íbúðarmálum Hans Pauli Strøm hevur boða frá, at tað verður arbeitt við eini nýggjari lóg um íbúðarbygging. Sambært tí, sum er komið fram, ætlar landstýrismaðurin, at tað skal gerast lættari at byggja íbúðir. Tað skal verða lættari at seta á stovn íbúðarfeløg. Og tað skal vera lættari at skaffa fígging til íbúðarbygging.
Við nýggju lógini verður nógv lættari og bíligari hjá kommununi at skipa íbúðarpolitikkin. Tóshavnar kommuna og Íbúðargrunninum hjá Húsalánsgrunn-inum stovnaðu í 2000 sjálvsognarstovnin Berja-brekka 3. Endamálið við sjálvsognarstovninum var at útvega og reka íbúðarhús í kommununi. Sjálvsognarstovnurin læt frá sær eina ætlan í mai 2001. Tann ætlanin fevndi um 68, tvey til fimm rúms íbúðir. Íbúðirnar skuldu byggjast soleiðis, at fyrilit skuldi takast fyri fólki við serligum tørvi. Tó soleiðis, at rættur-in til íbúðirnar ikki bert var tilskilaður ávísum bólki. Men øll skuldu hava møguleika at búgva har.
Ætlaða byggingin steðg-aði upp, tí kostnaðurin at búgva har gjørdist alt ov høgur undir verandi lóg. Fyri at byggja hesar íbúðir, skuldi stovnurin rinda fult mvg og eingin rentustuðul kundi lætast, tí rentustuðulin bert er ætlaður sethúsa-eigarum.
Nú nýggj lóg er á veg, eigur kommunan beinanvegin at taka byggipro-grammið fyri Berjabrekku 3 fram aftur. Rætta tað til, sum er neyðugt. Berjabrekka 3 kann so verða fyrsta stigi til ein fjøltáttaðan bústaðarpolitik í Tórshavnar kommunu.