Berit Sundet Olsen vitjar Føroyar

Fyri fyrstu ferð vitjar Berit Sundet Olsen Føroyar. Sambært skránni, ið er løgd upp fyri vitjan hennara, skal hon hava sokallað seminar og møtir ymsa staðni í landinum. Vanliga verður ikki tosað so hart um siðamisbrot framt móti børnum og enn minni um hetta hevur nakað við kristindóm og samkomur at gera, men her verður so hetta viðbrekna evni tikið upp

Tvey seminar verða hildin fyri innbodnum, tað eina fyri Aglow-kvinnum, og hitt fyri starvsfólkum innan heilsuverkið, barnaverndina, barnaheimið og politiið. Tað triðja seminarið er alment og verður hildið í Evangeliihúsinum í Havn hóskvøldið 1. oktober frá kl. 19.00 til 22.00. Evnið hetta kvøldið er: Sálarsár - Guds grøðing.

Berit hevur eina eitt sindur serstaka lívssøgu, við tað at hon á sínum egna kroppi heilt sum 5 ára gomul upplivdi siðamisbrot (incest) framt móti sær av sínum egna pápa, umframt tað at hon upplivdi eina mammu, sum einki vildi hava við hana at gera, frá tí hon varð fødd.

Berit hevur roynt mangt og hvat í sínum 51 ára langa lívi, og tað er hennara stóra ynski at siga frá, hvat tað var, ið broytti lív hennara til tað tað er í dag, fult av gleði og friði, við tað at hon møtti Jesusi ein dag, og hann fult og heilt umbroytti lív hennara. Í dag er hon ein glað kvinna, ið fær loyvi til at siga frá tí, hon hevur upplivað, so eisini onnur, ið kanska eru í somu støðu sum hon var í, kunnu fáa loyvi til at uppliva eitt heilt nýtt og broytt lív.

Út frá hesum er tí ein og hvør vælkomin til tey møtir, ið verða hildin, umframt eisini til seminarið, ið er alment og ein og hvør er hjartaliga vælkomin. Umframt at tala, so hevur Berit eisini sanganna gávu, og á møtunum fer hon eisini at framføra sangir frá tveim-um fløgu- og bandútgávum. Hesir sangir tala allir um og styrkja tann boðskap hon hevur at bera

Skráin fyri vitjanina er henda:

Mikudagin 29. sept. verður hon við á møtinum í Oasuni í Havn kl. 20.00. Hósdagin 1. okt. verður so tað almenna seminarið í Evangeliihúsinum í Havn hildið frá kl. 19.00?22.00. Fríggjadagin 2. okt. luttekur hon á møtinum, ið verður hildið í Soli Deo Gloria í Klaksvík kl. 20.00, umframt eitt stutt seminar, og leygardagin 3. okt. luttekur hon so á møtinum, ið verður hildið í Libanon í Sørvági kl. 2000. Sunnudagin 4. okt endar vitjanin við møti, ið verður hildið í Kelduni í Skálafirði kl. 18.00.