Norska veðurtænastan ávarar um, at ódnin Berit fer at elva til óvanliga stóra flóð í Norðurnoregi. Veðurmaðurin Eirik Samuelsen sigur við kringvarpið NRK, at flóðin verður metstór í nátt og í morgin.
Hann sigur, at í nátt verður ringast í Suður-Troms og suður frá Vesterålen og Ofoten. Á næstu flóð, sum verður mitt í morgin, verða tað Norður-troms og øll Finnmørkin, sum fáa metstóra flóð, sigur veðurmaðurin.
Berit hevur longu gjørt um seg nógvastaðni fram við strondini, og fleiri strandfaraskip hava avlýst siglingina.