Ódnin Berit gjørdi ikki so nógv um seg í Noregi sum í Føroyum. Norska kringvarpið NRK sigur, at skaðin var lítil, og løgreglan sigur, at hon hevði munandi minni at gera í nátt, enn hon hevði roknað við.
Norska veðurstovan ávaraði í gjár um metstóra flóð í Møre, Romsdal og longri norðuri, men sum skilst gjørdi flóðin ikki stórvegis skaða.
Veðurmenninir siga, at tað ringasta er farið, og at veðrið fer at batna út á dagin. Kortini vænta teir nógv regn í Vesturnoregi um vikuskiftið.