Bergur á ting

Tá tingfundur verður hósdagin, verður tað Bergur P. Dam, sum tekur sæti fyri Kristian Magnussen, sum komandi mánaðin verður á aðalfundi hjá ST í New York.

Tað er kortini Joan Ziskason, sum við 133 atkvøðum var næst á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy, men sum forkvinna í Sjúkrasystrafelagnum er hon upptikin í lønarsamráðingum o. a., og tí hevur hon gjørt av ikki at taka sætið hesaferð.

Bergur P. Dam stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið seinast, og fekk hann126 atkvøður.

*