?Barn av grundsøgum? er heitið á nýggjum greinasavni, sum bókmentafrøðingurin Bergur R. Moberg gevur út í næstum
Tekstirnir í savninum eru bókmentagreinir, men eisini ummæli, samrøður og minningarorð, sum hava staðið í føroyskum tíðarritum og bløðum seinastu árini. Umleið helvtin av tilfarinum í bókini hevur tó ikki verið á prenti áður.
Tekstirnir eru vorðnir til í ymsum høpi, men ringja seg um ávís temu sum eitt nú modernitet og metafýsikk. Greinirnar hava fram um alt bókmentir sum fatanar- og tilvísingarkarm. Við støði í at allar bókmentir miðla eina ella aðra lívsáskoðan, tengir høvundurin eitt lívsáskoðanarkjak at bókmentakjakinum.
Temu annars eru grundsøgur, upplýsing, føroyskur samleiki í einari flótandi, talgildari verð, stirvin heimspekilig hugsanarkervi mótvegis hugmyndasøgu, tulkingarlæru við meira.
Fleiri av tekstunum eru snøggaðir til og dagførdir meira og minni. Tað, sum er mest umráðandi er nútíðin og tann bókin sum lesarin hevur í hondini og ikki varðveiting av upprunatekstinum fyri hansara egnu skyld.
Vónbjørt Linjonsdóttir hevur gjørt permumyndina til ?Barn av grundsøgum?.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út