Bergur prestur til Nigeria

Bergur Debes Joensen, prestur, er settur sum undirvísari við prestaakúlN hjá Luthersku Kirkjuni í Nigera í tríggjar mánaðir

Bergur Debes Joensen gjørdist cand. theol. í 1994 frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn – og hann var í fýra ár, frá 1994-1998 ungdómsskrivari hjá Heimamissiónini.
Síðani 1996 hevur hann verið hjálparprestur og frá 1998 sóknarprestur í Tórshavnar Vestara prestagjaldi. Frá 1999 – 2006 var hann í høvuðsstýrinum í Heimamissionini – hálvtsætta ár sum formaður, og var hann m. a. við til at gera eina samstarvsavtalu millum Heimamissiónina og Sudanmissiónina.
Bergur Debes Joensen fer í heyst til Nigeria fyri at undirvísa á prestasskúlanum ”Brønnum Lutheran Seminary”. ??Við á ferðini fara konan, Asta Joensen, sum er sjúkrasystir, og børnini, Beinta, Heini og Vilhelm.
Sudanmissiónin er ein fólkakirkjuligur missiónsfelagsskapur, sum arbeiðir í Afrika, Miðeystri og í Danmark. Sudanmissiónin stuðlar fleiri kirkjuligum og sosialum verkætlanum í triðja heiminum innan fyri heilsu, undirvísing, gøtubørn, endurbygging, friðar- og semjuskeið, plantasjubygging og útvarps-/sjónvarpssendingar. ??Fíggjarætlanin er 15,5 milliónir krónur, 28 fólk eru í starvi, 180 sudandømi og 80 endurnýtsluhandlar við yvir 2.000 sjálvbodnum starvsfólkum.
Meira er at lesa á: www.sudanmissionen.dk