Bergur, Kim og Ingilín eru á listanum

Norðstreymoyar Javnaðarfelag hevur í kvøld havt uppstillingarfund

Í kvøld hevði Norðstreymoyar Javnaðarfelag uppstillingarfund. Hesi trý vórðu stillað upp:

 

- Bergur Dam Jensen, 35 ár, handilsmaður, Kollafjørður

 

- Kim Durhuus, 55 ár, sjálvstøðugur vinnurekandi, Hósvík

 

- Ingilín Didriksen Strøm, 31 ár, tingkvinna, Velbastaður

 

 

 

Ingilín Didriksen Strøm varð vald í løgtingið á løgtingsvalinum 31. august 2019. Hon fekk 546 persónligar atkvøður og var næstvald.

 

Bergur Dam Jensen og Kim Durhuus vóru ikki á listanum fyri fýra árum síðani.