Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bergur Dam Jensen, sum fyri fyrstu ferð hevur tikið sæti í býráðnum

Bergur í býráðið fyri Trónd

Ein kollfirðingur tók í kvøld sæti í Tórshavnar býráð fyri ein havnarmann í Hoyvík

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bergur Dam Jensen, sum fyri fyrstu ferð hevur tikið sæti í býráðnum

Á fyrsta sinni er Bergur Dam Jensen úr Kollafirði komin inn í býráðið. Tróndur Sigurðsson hevði forfall til býráðsfundin í dag, og tað fall Bergi í lut at taka sæti á býráðsfundinum. Sum nummar 10 á listanum hjá Javnaðarflokkinum er Bergur triðja varafólk hjá Javnaðarflokkinum.

 

Bergur stjóri í handilsfyritøkuni CAJ í Kollafirði, ið er uppkallað eftir langabbanum Carl August Jensen. Fyritøkan fer skjótt at tátta í eitthundrað ár, og Bergur umboðar fjórða ættarlið í familjufyritøkuni.

 

Best kend alment eru Bergur og konan Sarita tó sum innirógvarar – Bergur gjørdist heimsmeistari í innirógving í 2019, og konan, Sarita, er tvífaldur europameistari og tvífaldur heimsmeistari í inniróðri.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bergur Dam Jensen, sum fyri fyrstu ferð hevur tikið sæti í býráðnum