Fótbóltur
Sjálvur segði Bergur annars eftir kappingarárið í fjør, at hann ikki helt seg til at átaka sær hetta arbeiðið. Meiningar kunnu tó skifta, og aftur í ár verður tað Bergur, sum fer at hava ábyrgdina av felagsliðnum.
Afturat sær fer hann eins og í fjør at hava Magnus á Stongunum, og eisini fer leikarahópurin at verða á leið hin sami.
- Í løtuni er so einki aktuelt í umbúna, tá tað ræður um at fáa nýggjar spælarar. Sjálvandi kundu vit satsa við at fingið fleiri útlendingar til liðið, men hinvegin er tá eisini vandi fyri, at felagið spennir seg ov hart fíggjarliga, og tað vilja vit sleppa undan.
- Tað er tað fólkið, sum vit vit frammanundan hava, og er so onkur, sum hevur hug at koma afturat, so skulu teir sjávsagt verða vælkomnir, sigur Bergur Magnussen at enda.










