B68 leigaði undan kappingarárinum unga verjuleikarin hjá Víkingi, Bergur Gregersen.
Kappingarárið byrjaði eisini væl fyri Bergur Gregersen, tí allar teir fyrstu dystirnar var hann millum teir fyrstu ellivu leikararnar hjá B68. Síðani tá hevur hann tó havt tað trupult við at vinna sær spælitíð og er tað ivaleyst orsøkin til, at Bergur hevur valt at skifta aftur til Víking, har hann eisini hevur sín fótbóltsuppvøkstur.
Bergur Gregersen hevur higartil leikt 6 dystir í Effo-deildini í ár fyri B68. Hóast hann átti sín stóra part av málinum hjá B68 á heimavølli móti EB/Streymi í øðrum umfari, er Bergur tó ikki skrásettur fyri nakað mál í hesum kappingarárinum.
Bergur Gregersen leikti í 2013 tríggjar dystir fyri Effo-liðið hjá Víkingi.