Bergur er nú í B68

Toftamenn hava leigað 19 ára gamla verjuspælaran Berg Gregersen í Víkingi

Øssur Hansen, Jógvan Martin Olsen og B68 eru farnir undir fyrstu fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, har setningurin verður at varðveita plássið, sum toftamenn í fjør ognaðu sær við at vinna næstbestu deildina.

Setningurin kennist stórur, og í B68 hava tey ikki fjalt yvir, at tað er neyðugt við styrki, um vánirnar skulu verða at varðveita plássið í fremstu røð.

Tað kom sjálvandi væl við, at tað eydnaðist at fáa veteranin Jann Inga Petersen aftur í felagið. Jann Ingi spæli í fjør í Víkingi. Nú veit B68 heimasíðan at siga, at Jann Ingi verður ikki einsamallur maður á Svangaskarði í ár, sum í fjør spældi við Víkingi.

B68 hevur leigað 19 ára gamla vinstra beinta verjuspælaran Bergur Gregersen frá Víkingi. Bergur er gøtumaður, og hann hevur altíð spælt við GÍ og Víkingi. Í fjør var hann fastur maður á næstbesta liðnum, og tríggjar ferðir var hann á besta Víkinga liðnum.

-Tað eru tríggir vinstrabeintir verjuspælarar í Víkingi, sum eru eldri enn Bergur. Okkum manglar hetta slagið av verjuspælarum, og tí eru vit fegnir um, at Bergur í ár fer at spæla við B68, sigur Jógvan Martin Olsen við b68.fo. Bergur er sonur fyrrverandi GÍ verjukempuna Jógvan Gregersen.

Jógvan Martin Olsen var í fleiri ár venjari í Víkingi. Tískil kennir hann Berg Gregersen væl. Hinir Víkinga verjuspælararnir, sum hann sipar til, eru Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig og Hanus Jacobsen.

Umfram Jann Inga Petersen og Bergur Gregersen er Evrard Blé nýggjur spælari á Svangaskarði.