September hevur havt góðveðursdagar við sær, og eisini í kvøld var vakurt, tá sólin setti.
Bæði morgnar, dagar og kvøld hava í september havt góðar og vakrar løtur við sær. Og eins og mong onnur kvøld, so var eisini vakurt í kvøld, tá sól fór í kav klokkan 19:22.
Myndin omanfyri er tikin í kvøld av Eggjunum í Vági, tá sól sak í kav í vestri.