Bergtórur innstillaður til prest í Hoyvík og Kaldbak

Á felags kirkjuráðsfundi tann 8. apríl hava kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar sum komandi sóknarprest teirra.

Bergtórur hevur í átta ár røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík. Hetta verður so hansara næsta embæti. Ætlandi verður tikið við nýggja embætinum 1. august í ár, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
 
Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánaði játtan til eitt embæti afturat. Frammanundan er ein sóknarprestur í prestagjaldinum. Kirkjuligu myndugleikarnir mettu, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk.
 
Fýra umsøkjarar vóru til kallið.