Bergtórur H. Bjarkhamar prædikar í Havnar kirkju

Í dag, dýra biðidag, prædikar Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, í Havnar kirkju klokkan 11.

Kringvarpið sendir gudstænasturnar beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi

Gudstænastan í sjónvarpinum verður endursend klokkan 16.

Fólkakirkjan letur annar upp aftur í komandi viku, hava bispur og próstur boðað frá. Fyrstu gudstænasturnar vera tó ikki fyrr enn sunnudagin 17. mai.

Christianskirkjan hevur vanliga eisini andakt á teirra facebooksíðu.

Nakrar aðrar kirkjur stroyma eisini av og á gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.

Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.

Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, Emmaus í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og trubodin.fo.

Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.

Sent verður eisini á Lindini og á Iktus.