Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil vita, hví Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ikki hevur lagt fram uppskotið um at forbjóða øllum undir 18 ár at taka sól. Heimsheilsufelagsskapurin WHO bólkar solarium í sama vandabólk sum tubbaksroyking og asbest. Tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri húðkrabbameini og móðurmerkjakrabbameini.
Fleiri lond hava lógarfest 18 ára aldursmark fyri nýtstlu av solarium. Føroyska krabbameinsfelagið hevur mælt til sama aldursmark, og at sólmiðstøðirnar skulu hava fólk á staðnum fyri at tryggja, at tað fer rætt fram.
- Kortini hevur landsstýrismaðurin framvegis ikki lagt nakað uppskot fyri tingið um solariumforboð til ung undir 18 ár. Hann hevur nú boðað frá, at uppskotið ikki verður lagt fyri tingið í 2010. Harmiligt, tí sambært løglistanum skuldi uppskotið leggjast fyri tingið í heyst. Og sum er hava vit ongan politikk á økinum. Slíkt lógaruppskot hevði, enntá uttan kostna, fyribyrgt fleiri húð- og krabbameinstilburðum, skrivar Bergtóra Høgnadóttir Joensen í skrivi, sent fjølmiðlunum.
Hon vil eisini vita, um tað verður bannað at hava ómannaðar sólmiðstøðir, og nær landsstýrismaðurin væntar, at forboð verður sett teimum undir 18 ár at taka sól.
Gallup-kanning hevur víst, at ungdómurin tekur minni sól nú enn fyri trimum árum síðan.










