Bergtóra var ættað úr Nólsoy, elsta dóttir Fridtjof og Annu Catrine Sofie (Tinu) Jacobsen.
Tey vóru 10 systkin. Bjarni var elstur, hann búði í Nólsoy og andaðist í fjør. Bergtóra var næstelst. Síðani kom Signhild, sum býr í Havn. Sverri búði í Nólsoy og í Havn, hann andaðist fyri nøkrum árum síðani. Torleif gekk burtur við Stellu Argus. Lisa býr í Danmark. Kirstin býr við Gøtugjógv. Esmar býr í Havn. Eiler, sum búði í Nólsoy, gekk burtur í Nólsoyarfirði. Yngstur er Sørin, og hann býr í Nólsoy.
Tá Bergtóra var konfirmerað, fór hon til Havnar at arbeiða. Har hitti hon Eigil, og tey giftust í 1948. Eigil doyði í 1974, bert 46 ára gamal. Tey fingu synirnar Lars og Petur, sum báðir búgva í Norðurjyllandi, og døturnar Annu Mariu, sum býr í Havn, og Kristinu, sum býr í Hósvík. Ommubørnini eru 13 og langommubørnini 14.
Bergtóra var arbeiðssom. Hon hevur havt fleiri arbeiði, mest við at gjørt reint. Í fleiri ár arbeiddi hon í Mjørkadali. Tey síðstu árini, áðrenn hon gavst vegna aldur, gjørdi hon reint á Landssjúkrahúsinum.