Bergtóra Hanusardóttir 60 ár

Í dag, mikudagin 15. november, fyllir Bergóra Hanusardóttir í Havn 60 ár.

Bergóra er útbúgvin sertannlækni í ortodonti og er kend fyri sín kvinnupolitiska leiklut innan føroysku kvinnurørsluna og hevur eisini verið virkin sum rithøvundur.
 
Eftir lokið studentsprógv fór hon til Keypmannahavnar at lesa til tannlækna. Í 1970 varð hon liðug við útbúgvingina sum tannlækni, og í 1975 tók hon útbúving sum serlækni í ortodonti á tannlæknaháskúlanum í Keypmannahavn. Síðan hevur hon í meira enn 30 ár átt og rikið Sertannlæknastovuna við Tinghúsvegin, sum er tann einasta av sínum slagi í landinum.
 
Bergtóra er elst av teimum fýra døtrunum hjá Miu Trónd Jensen, tannlækna úr Havn, og Hanus D. Jensen, skipara, ættaður úr Skúgvi. Systrarnar eru: Rannvá, Svanna og Marjun, sum allar eisini eita Hanusardóttir. Børnini hjá Bergtóru eru Tróndur og Ragnheiður.
 
Hon hevur verið við í fólkarørslum fyri frælsi, friði og kvinnurættindum og luttók hon t.d. á altjóða kvinnuráðstevnunum í Beijing 1995 og í New York í 2000. Eisini hevur hon í mong ár verið virkin í Kvinnufelagnum og í Kvinnufelags Samskipan Føroya og verið ábyrgdarblaðstjóri á Kvinnutíðindum.
 
Hon er ein virkin rithøvundur og hevur m.a. skrivað skaldsøgurnar ”Skert Flog”og ”Suðar dýpið reyða” og stuttsøgusavnið ”Loynigongir”. Hon hevur eisini skrivað nógv annað, bæði fagrar bókmentir og hugsjónarligar og vísindaligar greinar í ymiskum bløðum og tíðarrritum.
 
Í sambandi við føðingardagin kemur út ein nýggj skaldsøga ”Burtur”, sum er um tilverukorini hjá útisetum, sum fóru til Keypmannahavnar at lesa í seksti- og sjeytiárunum. Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur skaldsøguna út.