Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í kvøld dyst á heimavølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Á vitjan í REM Arena í Fosnavåg var Åsane, ið liggur bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Hóast eina stóra favorittstøðu hevði Bergsøy trupuleikar við Åsane í seinna hálvleiki. Bergsøy var á odda 19-14 í steðginum, og teir vóru á odda 26-20 í seinna hálvleiki. Men Åsane kom upp á javnleik 31-31 áðrenn tað eydnaðist Bergsøy at tryggja ein harðvunnan, men týðandi 32-31 sigur.
Pauli skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir.
Bergsøy er fremst í deildini við 33 stigum. Viking TIF og Bodø hava 31 stig hvør. Viking TIF hevur spælt ein dyst færri enn Bergsøy og Bodø.
Sunnudagin 1. mars spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Lillestrøm.










