Tá svenski filmsleikstjórin Ingmar Bergman doyði í 2007, visti hann ikki betur, enn at Karin Bergman var mamma hansara. Men tað var hon ikki. Dna-royndir hava nú avdúkað, at Ingmar Bergman var sonur eina kvinnu, sum æt Hedvig Sjöberg. Pápin var Erik Bergman.
Í Svøríki er filmsleikstjórin eitt av teimum størstu nøvnunum innan svenska mentan, og svenskir fjølmiðlar gera nógv burtur úr avdúkingini. Eitt nú hava Dagens Nyheter og Expressen tíðindini á forsíðuni.
-Hetta er eitt mál, sum granskarar fara at kanna mong ár fram í tíðina, skrivar Dagens Nyheter millum annað.










